Gestatalva

Browsa eftir Tagg

Eitt einfalt hugskot - ein gestatalva - til brúdleyp, pisuveitslu, barnadóp, rundan føðingardag ella bara eina góða veitslu.

Við gestatalvan fært tú eitt minni fyri lívið, og allir tínir gestir eru ein partur av tí.

Gestirnir seta sítt fingramerki á plakatina – og kunnu eisini tekna okkurt smávegis ella skriva navnið á plakatina J

Vit lata tær plakatina klára til at seta fingramerki á:

  • Navn og dagfesting
  • Matt prent á góðskupappír í A2 
  • Ramma á 50x70 cm
  • Passepartout
  • Stempulpútur

Plakat í rammu kann heintast ella verður koyrd út í Tórshavn. Plakatin verður send uttan rammu og uttan passepartout.