Vikutalva

Hava tit sum familja ein skundmiklan gerandisdag og planleggja hvørja viku, so kann okkara plakat OKKARA VIKA vera ein hjálp.

Plakatin verður sett í rammu, og so kanst tú við kalk ella whiteboard-túsj skriva beinleiðis á glasið. Sunnudag, ella tá ið tørvur er á tí, kann alt viskast vekk aftur, og ein nýggj vika byrjar.