Keypstreytir

Føroyakort
Prísir:
Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.

Bílegging:
Bílegging fer fram á nethandil okkara. 

Váttan fyri móttøku:
Tá ið bílegging er gjørd, fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini. 

Gjalding:
Tann samlaði prísurin kemur fram á síðuni, tá ið tú bíleggur á heimasíðuni, gjaldast við gjaldskorti ella bankaflyting, konta: 6460-173.318.6 í BankNordik


Vørulating:
Plakatirnar verða sendar í haldførum papprørum. Sent verður við Posta ella koyrdar út við bili í Tórshavn – í seinasta lagi tríggjar gerandisdagar eftir móttøku av bílegging. 
Um tygum avheinta keypta vøru á okkara skrivstovu-staði, má hetta avtalast framman undan.

Postgjald:
Postgjaldið á 29,- kr. verður lagt afturat prísinum fyri hvørja sending. 
Verður bílagt yvir 400,- kr., verður postgjaldið ókeypis.
Um ordrin skal sendast til Europa, er postgjaldið 44,- ella 71,- kr. 
EiNFALT 'list' tekur ikki ábyrgd av møguligum seinkingum hjá Posta.
Um tínar vørur eru skaddar, tá ið tú fært tær, eigur tú beinanvegin at siga okkum frá, so vit kunnu seta okkum í samband við Posta.

Iðranarrættur:
Um tú angrar keypið:
Lata vøruna inn aftur í seinasta lagi 30 dagar frá degi, ið hevur móttikið hana. 
Vøran skal latast inn aftur í sama standi og innpakningi, sum tú móttók hana.
Kostnaðurin av at lata vøruna inn aftur, rinda tygum.
Send vinarliga ein t-post við tínum navni, navn/stødd á vøruni og tínar bankupplýsingar, so vit kunnu flyta tygum keypsupphæddina.

Sersnið:
Allar okkara talvur við persónligum upplýsingum eru í bólkinum Sersnið og kunnu tí ikki býtast um ella latast inn aftur.

Rammur:
Vit taka ikki rammur aftur, men plakatin kann verða býtt um til eitt annað myndaevni.

Afturlatingarstaður: 
EiNFALT, Purkugerði 3a, 100 Tórshavn, Føroyar.

Trúnaður:
Upplýsingarnir; navn, bústaður og t-postur, ið tú sendir okkum, verða goymdar í trúnaði. 
Vit nýta teir bert til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.

Prenting: 
Allar okkara plakatir verða prentaðar í Føroyum
Alt okkara prenttilfar er Svanamerkt

Litir:
Tað er ikki altíð, at litirnir sæddir á skermi eru teir somu somu sum á prenti. Høvuðsorsøkin er vanliga, at skermurin kann hava ymiska ljósstyrki.

mvh

Miriam
EiNFALT ’list’, Purkugerði 3a, 100 Tórshavn

Eru aðrir spurningar, send so ein t-post til okkum á handil@einfalt.fo :)