KEYPSTREYTIR

Føroyakort
Prísir:
Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.

Bílegging:
Bílegging fer fram á nethandil okkara. www.einfaltlist.fo

Váttan fyri móttøku:
Tá ið bílegging er gjørd, fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini. 

Gjalding:
Tann samlaði prísurin kemur fram á síðuni, tá ið tú bíleggur á heimasíðuni, gjaldast við gjaldskorti eller gávukort.
Gev gætur, at tilboðsplakatir kunnu ikki keypast við gávukort (sum eru keypt á tilboð) 


Vørulating:
Plakatirnar verða sendar í haldførum papprørum. Sent verður við Posta ella koyrdar út við bili í Tórshavn – í seinasta lagi tríggjar gerandisdagar eftir móttøku av bílegging. 
Um tygum avheinta keypta vøru á okkara skrivstovu-staði, má hetta avtalast framman undan.

Postgjald:
Postgjaldið á 35,- kr. verður lagt afturat prísinum fyri hvørja sending. 
Um ordrin skal sendast til Europa er postgjaldið 55,- kr. 
EiNFALT 'list' tekur ikki ábyrgd av møguligum seinkingum hjá Posta.
Um tínar vørur eru skaddar, tá ið tú fært tær, eigur tú beinanvegin at siga okkum frá, so vit kunnu seta okkum í samband við Posta.

Iðranarrættur:
Til ber ikki at býta eina vøru um, tí prentað verður bert út frá einstaka keypsordranum. Tú kanst tó altíð fáa eina nýggja plakat (ta somu), um hon er skadd í postinum, vit hava prentað skeivan lit ella stødd, ella feilur er í prentinum. Í so fall kanst tú innan 14 dagar eftir móttøku seta teg í samband við okkum á handil@einfalt.fo við ordranummari og siga frá feilinum.

Gávukort:
- Gávukort kunnu ikki latast inn aftur.
- Gávukort, ið eru keypt upp á tilboð, (bert galdandi til keyp av plakatir) kunnu ikki brúkast til at keypa tilboðsplakatir eller aðra vørur fyri.

Sersnið:
Allar okkara talvur við persónligum upplýsingum eru í bólkinum Sersnið og kunnu tí ikki býtast um ella latast inn aftur.

Rammur:
Vit taka ikki rammur aftur, men plakatin kann verða býtt um til eitt annað myndaevni.

Afturlatingarstaður: 

EiNFALT, Purkugerði 3a, 100 Tórshavn, Føroyar.

Trúnaður:
Upplýsingarnir; navn, bústaður og t-postur, ið tú sendir okkum, verða goymdar í trúnaði. 
Vit nýta teir bert til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.

Prenting: 
Allar okkara plakatir verða prentaðar í Føroyum
Alt okkara prenttilfar er Svanamerkt

Litir:
Tað er ikki altíð, at litirnir sæddir á skermi eru teir somu somu sum á prenti. Høvuðsorsøkin er vanliga, at skermurin kann hava ymiska ljósstyrki.

mvh

Miriam
EiNFALT ’list’, Purkugerði 3a, 100 Tórshavn

Eru aðrir spurningar, send so ein t-post til okkum á handil@einfalt.fo :)