Eitt petti av - havnini


Eitt petti av Tórshavn

Eg havi altíð hildið tað vera stuttligt at síggja gøtuskeltir/gøtunøvn í øðrum londum. Hví eitur ein gøta, sum hon eitur? Og serliga í eldri býarpørtum sær ein ofta, at eitt skelti er eitt petti av frágreiðing.

Hendan plakatin inniheldir 'eitt petti av Havnar gøtum', og skeltini síggjast á uppruna vegginum/bakgrundini. Tískil eru tey so litrík.

Gøtuskeltir hanga vanliga í mong mong ár, og tey, ið hanga á húsum, haldi eg eru tey mest sjarmerandi ;-) 

Plakatirnar verða latnar uttan rammu.
Prentað á semimatt papír 200 gr.


350,00 kr




Share this product