Okkara Vika


Hava tit sum familja ein skundmiklan gerandisdag og planleggja hvørja viku, so kann okkara plakat OKKARA VIKA vera ein hjálp.

Plakatin verður sett í rammu, og so kanst tú við kalk ella whiteboard-túsj skriva beinleiðis á glasið. Sunnudag, ella tá ið tørvur er á tí, kann alt viskast vekk aftur, og ein nýggj vika byrjar.

Plakatirnar í hesi røðini koma út í A3 & A2 á mattum pappíri og verða latnar uttan rammu.

Sig okkum gjarna frá, at tú heldur, at tað manglar okkurt evni á OKKARA VIKA, so kunnu vit tillaga hetta.

250,00 kr




Share this product