Ræst kjøt


Aftan á seyðaslaktið í oktober verða krovini hongd upp í einum hjalli við góðum gjøgnumtrekki, og ongantíð betur um talan er um saltaða havluft.
Tá ið tað stundar til jóla, og kjøtið hevur hingið uppi og turkað í tríggjar mánaðar, er tað feska kjøtið vorðið til ræst kjøt.
Kjøtið kann síðani kókast, og røst súpan kann gerast til somu máltíð. Til ber eisini at steikja ræsta kjøtið.
Eru terrin og hitin í luftini góðir, kann kjøtið – so sum kjógv ella bógvur – hanga í tríggjar til fimm mánðar aftrat, og verður tað tá til skerpikjøt.
Mjólkasýrubakteriurnar hava tá brotið niður proteinini í kjøtinum so mikið nógv, at kjøtið kann etast, sum tað er.
Serligi kraftigi smakkurin í moyra reyða skerpikjøtinum kemst millum annað av tí nógva soppavøkstinum í skapi av penicilin roqueforti, sum situr á uttaru síðuni.


Plakatirnar verða prentaðar í avmarkaðum tali.
Plakatirnar verða latnar uttan rammu.
Prentað á Amber Graphic 200 gr.


70,00 kr




Share this product