Svart & hvítt - Ær


Okkara myndarað 'svart og hvítt' vísa Føroyar frá síni einføldu síðu. 

Føroyingar tosa nógv um veðrið, og føroyingar kenna summarmjørkan sum fá.

Summarmjørkin, sum brádliga sníkir seg inn yvir støð í landinum og kanska hongur ein heilan dag, ímeðan onnur støð hava brennandi sól. Í slíkum veðri vælfarta fólk kring landið fyri at finna sólina. Ja, á Facebook er enntá ein bólkur, ið ber heitið 'Hvar er gott veður í Føroyum í dag?'.

Mjørkaveður er eisini ein stór avbjóðing fyri myndatøkufólk, tí kontrastirnir hvørva í mjørkanum. Okkara myndaplakat-røð 'svart og hvítt' hevur sín íblástur og uppruna í føroyska summarmjørkanum.

Allar myndirnar eru okkara egnu, og eru broyttar so lítið sum møguligt.

Plakatirnar í hesi røðini koma út í A3 & A2 á semimattum pappíri og verða latnar uttan rammu.

Ynskir tú at keypa rammu, ber tað tó eisini til.


350,00 kr




Share this product