Avmarka - Turkaður fiskur


Turking av mati er kendasti og elsti háttur í heiminum at konservera, og turkaður fiskur heldur sær í fleiri ár. 
Turrur fiskur er siðbundin føroyskur matur, og verður vanliga etin saman við eplum, smøri og tíðum eisini spiki.
Allir føroyingar, eldri sum yngri, eta turran fisk, og tað er einfalt at turka fiskin. Tað tekur umleið 5 vikur, inntil fiskurin er vorðin ‘turrur fiskur’.

Ræstur fiskur fæst við at taka fiskin niður eftir 3 vikum.


Toskur er mest nýtta fiskaslag at hongja til turkingar. Ein sær vanliga fisk hanga til turking á sethúsunum í Føroyum á listum/trøum á húsavegginum. Fiskurin verður bundin saman 2 og 2  - ein greipa - og hanga so til turking í sól og vindi.

Plakatirnar verða prentaðar í avmarkaðum tali.
Plakatirnar verða latnar uttan rammu.

Prentað á Amber Graphic 200 gr.


70,00 kr




Share this product