Typografimynd - Leingist


Íblásturin til hesa plakatina kemur frá kensluni av heimlongsli. Longsli eftir ljósagráu skýggjunum á himmalinum, tí bláa havinum og havsbrúnni. Allar hesar kenslurnar eru hugsaðar inn í hesa einføldu plakatina, sum vísir og lýsir alt.

Leingist tú heim?

Plakatin fæst í A5, A4, A3 og A2.

Einføldu strikurnar á plakatunum gera, at plakatirnar passa til øll rúm í húsinum - køkurin, barnakamarið ella enntá wc. Føroysk plakatlist - klár til at hanga upp í tínum heimi.

Plakatirnar verða latnar uttan rammu.

Prentað á matt papír 200 gr.


70,00 kr




Share this product